
annað virksemi
Eitt av kjarnumálunum hjá RIVA er at fáa føroyska pall- og dansilist umboðaða í norðurlendskum og altjóða høpi. At røkka hesum eru Rannvá G. Niclasen og Vár Bech Árting, listaligir leiðarir í RIVA, í løtuni í tveimum verkætlanarskeiðum: NB8 Nordic Circle Mentorship Program og CPH STAGE Emerging Artists/Producers Programme.
"Vit ynskja at at skapa sterk og týðandi sambond við aktørar í Norðanlondum. Bæði fyri at fáa fleirir spennandi dansiframleiðslur til Føroya, og fyri at skapa møguleikar fyri føroyskar yrkisdansarar at sýna verk í útlondum. Sostatt verður dansilistin ein størri partur av føroyska listalandslagnum og sjónarringurin hjá føroyska yrkisdansaranum breiðkast. Vit ynskja at menna føroyska dansiumhvørvið og avgerandi liður í hesi hugsjón er møguleikin at savna okkum vitan frá grannum okkara í Norðurlondum."

NB8 Nordic Circle Mentorship Program.
NB8 Nordic Circle Mentorship Program er eitt førleikamennandi skeið og netverk fyri framleiðarar, ið arbeiða innan dans í Norður- og Baltalondum. Málið er at styrkja fyrisitingar-, framleiðslu- og útbýtingarkervi landanna millum.
Vegleiðari hjá RIVA er Anne Holck Ekenes, listaligur leiðari hjá Panta Rei Danseteater.
Vegleiðingin hevur ein trístrendan leist; listaligt arbeiði, altjóða samstørv og menning av føroyska dansiumhvørvinum. Dentur er lagdur á hvussu hesir kunnu flættast saman á ein burðardyggan hátt.
Leinkja: www.nb8circle.com