
Ein forkunnug og spennandi vifta av Norðurlendskari samtíðar dansilist.
bydans er ein nýggjur 2-daga samtíðardansifestivalur, ið fagnar fjølbroytni innan samtíðardans og sýnir spennandi og dygdargóðar dansiupplivingar. bydans bjóðar áskoðaranum møguleikan at uppliva ymiskar formar av samtíðardansilist, og kann kanska enn tá, víðkar fatanina av hvat dansur er og kann gera. Skráin er samanset av trimum Norðurlendskum verkum, ið eru ymisk í skapi; ein VR-dansifilmur, settur upp sum ein heildaruppliving, ein innilig framførsla, ið inndragar áskoðaran í verkið, og eitt tvørlistaligt heildarverk, ið samantvinnar føroyska dansi- og ritlist.

Leygardagur 2. november
Boundary (VR installatión)
10:00 - 21:00 í Dansistovuni
Where Even Flowers Can Grow
18:00 - 18:45 í Skálanum
Kanska ein bygd
19:30 - 20:30 í Høllini
Sunnudagur 3. november
Boundary (VR installatión)
10:00 - 18:00 í Dansistovuni
Where Even Flowers Can Grow
15:00 - 15:45 í Skálanum
Kanska ein bygd
16:30 - 17:30 í Høllini

Festivalpass (dagpass)
Vanligur prísur: 250 DKK
Ung og lesandi: 150 DKK
Kanska ein bygd
Vanligur prísur: 195 DKK
Ung og lesandi: 100 DKK

eftir RIVA

Eitt poetiskt pallverk, ið samantvinnar rit- og dansilist. Ramman fyri verkið er eitt persónsgallarí formað av ymiskum samrøðum og kropsligum frásagnum, ið umrøða ein persón. Tað, ið tey umrøddu fólkini hava til felags, er at tey eru deyð. Verkið er ein roynd at skapa eitt inniligt rúm u hvørji vit eru saman við hvørjum øðrum og uttan hvønn annan
Hugskot: Búi Rouch, Rannvá G. Niclasen, Beinir Bergsson og Vár B. Árting
Listalig leiðsla, koreografi og framførsla: Búi Rouch, Rannvá G. Niclasen og Vár B. Árting
Høvundur: Beinir Bergsson
Ljós: Villiam Soo Joensen
Ljóð: Heðin Ziska Davidsen
Grafikkur og visuellur ráðgevi: Billa Jenný Jónleifsdóttir
Pallsmíð: Bjørn Ulvedal Simonsen
Búnar: Jón Sonni Jensen og Billa Jenny Jónleifsdóttir
Myndir: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Framleiðsla: Rannvá G. Niclasen og Vár B. Árting
Samframleiðsla: Norðurlandahúsið
Stuðlað hava Mentunargrunnur Landsins, Almanna- og Mentamálaráðið, Tórshavnar Kommuna, Listaflog, Gellan, Bygma Balslev, Dansifrøi og Norðurlandahúsið.


eftir Caroline Blomqvist

Ein listalig granskan av vælveru og sálarheilsu ígjøgnum rørslu, ljós, ljóð og rúmd. Ein tvørestetisk dansiframførsla, ið er ein felags umskapandi ferð gjøgnum bæði gerandis og eksistentiellar løtur
Koreografi og framførsla: Caroline Blomqvist
Viðskapan og framførsla: Nadja Bounenni
Pallmynd og búnar: Aina Erika Jonasson
Tónasmið: Ingri Høyland
Ljós: Ulrich Ruchlinski / imULto
Ráðgeving: My Grönholdt & Else Tunemyr
Framleiðsla: Anne Mai Slot Vilmann & KOMMA Performance Productions
Myndir: Morten Arnfred
Stuðlað hava Nordisk Kulturkontakt, Nordisk Kulturfond, Augustinusfonden, William Demant Fonden og Frederiksbergs Kommune

eftir Mathilde Caeyers
Ein tykisveriligur (t.e.virtual reality) dansifilmur, ið stimbrar eina kenslu av at vitja og uppliva tilvitskuna hjá einum øðrum. Hetta er tað tættasta ein kann koma uppá at uppliva veruleikan frá sjónarhorninum hjá einum øðrum
Koreografi, listalig leiðsla, framleiðsla og tekstur: Mathilde Caeyers
Pallmynd: Vega Drake
Viðskapandi dansari: Karianne Andreassen
Filmur og klipp: Philip Halv/Lofoten Film Collective
Forritan og listalig menning: Guillermo Montecinos
Animatión: Stian Andreassen

Trý sterk, kensluborin og nýhugsandi verk, ið veita áskoðaranum eitt rúm at hugleiða, at lata seg hugkveikjast og kenna seg knýttan til onnur menniskju og teirra veruleika. Verkini viðgera temu sum eksistentialismu og ta ørgrynnu av kenslum, ið eru ein óvikandi partur av at vera menniskja, tilvitað og ótilvitað. Hvørji vit eru, einsamøll, hvør sær, og saman.
Hetta er fyrstu ferð at bydans fer av bakkastokki. Tað eru KOMMA Performance Productions og dansivirkið RIVA, í samstarvi við Norðurlandahúsið, ið hava tikið stig til verkætlanina.
Stuðlað bydans hava Nordic Culture Point, Nordic Culture Fund og Almanna- og mentamálaráðið.
@bydans.festival


%20white%2Bgrey.png)
